Ravnar Arnfuglar Stoyta meg Út av tromini Djórið Lúrandi Læsur meg Inni her Sorgin Deyðin Gráturin Saknurin Ongin kann Vekja meg Leiða meg Heim til tín So bundin Steinsettur í hesi vrá Har myrkrið floymur Til og frá Vardur Tryggur Tú leitar (Svárt svíður sár) Men sumt kann ei finnast (Og farin ár) Og eg svinni meir (So kám) Fyri hvønn andadrátt (Handan tár) Sorgin Deyðin Gráturin Saknurin Ongin kann Vekja meg Leiða meg Heim til tín Her, í leinkjum Liðini, hvørt sterkari enn annað Hví kann eg ikki bróta bara eitt? Men eg síggi ei liðini Eg síggi bert fuglarnar Ravnar Arnfuglar Skræða meg upp Gloypa míni sál Eg biði teg Vak nú meg Leið nú meg Heim tíl tín