Markleys náði ber mín kropp Um aldarmørk Lati dreymar leiða meg So heit og bjørt Í mær tann væna glóð Og enn tey heimaljóð Eg sá eitt máttleyst bros Sum glotta handan skýggi Eitt ljós, sum kelda rann So kalt og blítt Í skuggum skygdi lyftið um Aftur til tín At teska "góða" Vitja tínar dreymar Vekja títt hold Men stjørna mín fall út úr tíni eygsjón Og har brennur hon enn Nærum slöknað nú So ber og uttom lívd Tráar eftir tær Lat teg skola yvir meg Endurskapa meg Stilla sorg úr gomlu øld Kynd í minnir køld Eg kenni brátt tað brá Mær lyfti lívsins trá Fjaldi egnu tár Eg kenni brátt tað brá...