Kishore Kumar Hits

Hamferð - Deyðir varðar текст песни

Исполнитель: Hamferð

альбом: Ódn


Køld er henda nýggja náttin
Eg svølgi døggsins beiska frost
Einki sæst
Og einki merkist
Gráa ljósið veitir onga troyst
Brátt sá eg teg ei
Og visti ei um tín veg
Brátt trein eg eitt fet av leið
Og mjørkin tók teg
Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru
Eg síggi ongar varðar har teir vóru
Revsing fyri veikleika
Revsing fyri kaldan kærleika
Lønin fyri sjálvsøkin mál
Lønin fyri sár á eina vakra sál
Brátt sá eg teg ei
Og visti ei um tín veg
Brátt trein eg eitt fet av leið
Og mjørkin tók teg
Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru
Eg síggi ongar varðar har teir vóru
Einsami tú
Hvar ert tú nú
Ert tú vilstur sum eg
Nátt fevnir meg
Men uttan teg
Fari eg ongan veg
Illveðurs kór
Og mjørka djór
Savnast um meg
Krógva tín veg
Einsami tú
Hvar ert tú nú
Ert tú vilstur sum eg
Nátt fevnir meg
Men uttan teg
Fari eg ongan veg

Поcмотреть все песни артиста

Другие альбомы исполнителя

Evst

2013 · альбом

Похожие исполнители

Isole

Исполнитель

Ahab

Исполнитель

KAUAN

Исполнитель