Fjøllini standa úti Huld í támi og surrandi flugum Sveipa í vindi Og lítla ljóðinum frá svongum rótum Áirnar stoyta seg út í einki Fjøllini syngja Stórir operasangarar klæddir í grasi Syngja fjøllini Leggi stetoskopið móti bringuni Eitt hjarta av gróti og vatni Dukar móti oyrunum Eg spyrji hjarta: "hvussu hevur tú tað" Fjøllini standa einsamøll úti Ongin bjóðar teimum inn Míni fjøll standa køld úti í myrkrinum Tey frysta míni fjøll Stórar rúgvur av sjúkum gróti Fjøllini líða av svøvnloysi Leggi stetoskopið móti einum blómstri Gjøgnum tveir plastik leidningar angar klænt lív Fjøllini Hava fepur Míni fjøll syngja í ørviti Anga av rósum og villum jarðberjum Fjøllini sleppa ikki inn um kvøldarnar At tú køld og tekur ímóti teimum Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju