Tað hevur verið eitt bankarán Sera væl lagt til rættis Og teir sluppu avstað við 400 milliónum Menninir hvurvu líka skjótt, sum teir vóru komnir Í einum stórum Mercedes Tað var tað frekasta, eg havi sæð Teir fóru inn á alljósum degi, baby Tað var tað stóra bankaránið Og vit hava eina eftirlýsing Sjey feitir mans í nýstroknum skjúrtum Og allir vóru í slipsi uttan ein Og vit hava sæð teir fyrr Tað var tað frekasta, eg havi sæð Teir fóru inn á alljósum degi, baby Tað stóra landsbankaránið Viss tú sært ein tjúkkan mann í flottum klædningi Alvápnaður við pennum og dokumentmappu So veitst tú, at hann er ein farligur bankaránari Sum stjelur tínar súrttjentu skattapengar, baby Til at fíggja eitt óneyðugt hol á fíggjarlógini Tað stóra landsbankaránið, yeah