Har liggja nýggj-hálvfems pappír í ovastu skuffuni á tey er ritað So man kann vita Um tú riggar normalt Har liggja áttu-fýrs pappír í næstovastu skuffuni Hvørt orð er vigað Og tað tey siga Er at tær vantar kontakt Har liggja sjey- hálvfjerðs pappír í mittastu skuffuni Hvønn dag skal skrivast So ongin ivast At tú gert tað tú skalt Men har liggur eitt smíl í næstniðastu skuffuni Av og á kannað Um millum manna Tað kann smílast normalt Tí har liggur ein tjúkk bók Oman á øllum skuffum Standa sannleikar Frá einum samfelag Sum sigst at rigga normalt Men eg siti og bíði Og veit ikki hví eg Kundi stríðst Móti øllum heimi í dómadags stríði Tí hugar mín tráar Eftir niðastu skuffuni Men hon er fast læst Verður aldri opnað Tí har liggur tú sjálv