Gongur tú ein keitúr millum trý og fimm Konteynarar, øl og brennivín og timbur skipast inn So sært tú gamla Kalla Katt húka á sín stav Skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag. Tá gerst hann aftur ungur, sum lossaði hann har Fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar Meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn Men tað var aldri fólk sum Kalli ið sóu vinningin. Hann minnist hvønn ein kaffimunn og hvønn ein lítlan dramm í regni millum konteynararnar, vinirnir og hann Meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn Men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin. Høgir harra hábærsliga lyfta av sín hatt Heilsa tær og konuni, men aldri Kalla Katt Tí skip tey stevndu út og onnur stevndu inn - tá Onkrir lyfti aðrar upp um lúnningina. Ein dagin undir lossing ein stórur kassi datt Og so var ongin tímalønin meir til Kalla Katt Tað er fjálgt at pensionerast við at gerast sekstifimm Men beiskt at missa farmin tí at árar leggjast inn. Kalli gníggjar eyguni og starir út á hav Um skamma stund so skal hann sjálvur sína ferð avstað:,: summar skútur stevna líka inn í himmalin Og Kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin:,: