Kom her mín skattur, og sit her hjá mær Lat meg vita hvat tú fegin vil Sig mær hvønn tú hevur spælt við í dag, Hvønn tú teknaði hjartaði til Er okkurt sum bagir, so sig tað við meg Fyri ongum eg siga tað skal Í tínum eygum síggi eg dreymar, Og stjørnur í túsundatal Hevur tú hug til at spæla eitt spæl, Ella kanska bert sita í frið Vit kunnu eisini ganga ein túr, Og tú taka dukkuna við Minnist tú hundin vit sóu í gjár, Og sum gekk aftaná okkum heim Á vegnum vit hentaðu bunti av sóljum, Við ánna so vøkur og rein Seinni í kvøld tá vit fara at sova, So legg teg hjá mammu og mær Eg skal finna uppá eina søgu, Og syngja ein sang fyri tær Og meðan tú sovnar, eg kíni títt hár Og varliga balli teg inn Fevni teg í mínum ørmun, ímeðan Tú sveimar í dreymarnar inn