Í summar ein morgun, snimma tað var Og sólin dagaði fram Fingið mær upp í koppin av kaffi, Og døggin av rútunum rann. Sólstrálur klivu upp, skygdu burt skuggar, Leitandi gólvinum inn Funnu fram til tín á dýnuni mjúku Og bóru tær dagin inn. Tað er gott at elska, tað er gott at elska Tað er gott at elska, kvinnu sum teg Tú býður mær blídliga ein góðan morgun Og drekkur títt kinverska te Vøkru bláu eygu tíni Svøvntung líta á meg Fjált er at hoyra teg líðandi vakna Og friðin eg kenni á tær Tú ert tað dýrasta í mínum lívi, Tú ert alt sum eg ynski mær Tað er gott at elska... Ei bert ein maður, men eisini pápi Tað gleðina miklu ein fær At kenna tær mjúku smáu hendur, á morgni um hálsin á mær At eg eina kvinnu sum teg skuldi fáa, Er kærleikin einasta svar Og tá vit inn í ta æviga flyta, Vil eg elska teg líka nógv har Tað er gott at elska...