Vil tú vita hvør eg eri, vil tú kenna hjarta mítt Ynski tú skalt vita, vita at tað longu er títt Ótryggur standi eg, og eg veit jú hví Tú fær meg at gloyma bæði stað og tíð Tí alt tað sum eg geri, er alt fyri teg Droymi um teg og meg Ja, alt tað sum eg eri, er alt fyri teg Eitt og alt fyri teg Byrðan sum eg beri, ein leinkja tyngir sinni mítt Líkamikið hvar eg ferðist, er fyri mær andlit títt Leitandi gangi eg, eg veit ongan veg Eg veit bara at eg sakni teg Tí alt tað sum eg geri, er alt fyri teg Droymi um teg og meg Ja, alt tað sum eg eri, er alt fyri teg Eitt og alt fyri teg Siti her og hugsi, og saknurin eftir tær Tú kennur mínar tankar, manst tú leingjast eftir mær Droymi um dagin, tá eg fevni um teg Og tá eg kann siga at eg elski teg Tí alt tað sum eg geri, er alt fyri teg Droymi um teg og meg Ja, alt tað sum eg eri, er alt fyri teg Eitt og alt fyri teg