Kvøldarroði friðarheilsu ber Nú er kvirt og náttin komin er Millum treystlig stór og vøkur fjøll Sova næstan øll Men í hesi stillu náttarstund Eygu troytt Men ynskja ongan blund Gott at sita saman her við tær Nú morgunin er nær Kátir fuglar kvóðu vakurt lag Hvíla nú til nýggjan ljósan dag Børn sum frøddist tá við spæl og gleim Vitja dreymaheim Men í hesi stillu náttarstund Eygu troytt men ynskja ongan blund Gott at sita saman her við tær Nú morgunin er nær Troyttir kroppar sova eisini væl Skjótt ein nýggjur dagur byrja skal Kvikliga øll skunda sær avstað Er ynski teirra tað Men í hesi stillu morgunstund Náttin fór og eg fekk ongan blund Gott var tó at sita her hjá tær Tín tilvera kenst so nær