Havi livað sum tey flestu Mangar dagar søplað burt Í huga standa royndir Og tað ið mær var dýrt Um longsulin fer víða á vegnum uttan sýn Tað besta sum eg finni Eg goyma vil til tín Eg vil goyma tað besta til tín Eg vil goyma tað besta til tín Onga løtu ivast skal Alt eg vildi væl Eg vil goyma tað besta til tín Hvør fær avlat fyri syndir Hvør fær tváað hjartað reint Kunnu vála gjøgnum lívið Koma ongantíð beint Ofta tíðin broytir meining Sum kærleiki og sút Ein innast inni vakrast er Tá rangan vendir út Eg vil goyma tað besta til tín Eg vil goyma tað besta til tín Onga løtu ivast skal Alt eg vildi væl Eg vil goyma tað besta til tín Tá ið tíðin takkar fyri Og skilnaðarstund er svár Vit undrast yvir lívið Og møguleikans ár Eru veik sum heystarblaðið Sum summarsólin sterk Sum meistarin ið skapar Verður tú mítt síðsta verk Eg vil goyma tað besta til tín Eg vil goyma tað besta til tín Onga løtu ivast skal Alt eg vildi væl Eg vil goyma tað besta til tín