Eg vakni, men vil bara balla meg inn øll ting tykjast tyngri og tyngja mítt sinn Sjálvt morgunin boðar ein skýmligan dag So veit eg tað hjálpir at syngja eitt lag Eg í 80'unum livi, syngi og skrivi Um okkum, sum her eru til Tá gott er at flenna, práta og kenna Ein kærleik' – har alt verður til Har alt ber til, har eg verði til So veit eg, úr degnum lætnar eitt skýggj í dansinum kanska eitt fitt lítið fríggj Við vinum eg skáli eina heilsu um frið Og sangurin byrjar og øll syngja við Vit elska og liva, syngja og skriva Um heimin, vit øll hoyra til Og vit vilja øll flenna, práta og kenna Ein kærleika har alt verður til Har alt ber til, har eg verði til