Dugir tú At vera kaldur, tá ið tú sært á skíggjanum Hjartkipt flýggjandi fólk Druknaði børn Tað er nú tað er her Tað er sum jørðin er í stríð við sjálva seg Bæði gudar og menn Berjast í senn Tú sigur Slappa av Hvat er galið her hjá tær Tú sigur slappa av Vit hava tað jú fínt Og teirra neyð Er onki tú kanst gera við Tú skalt passa teg Dugir tú At yppa øksl og venda blinda eygað til Lata tey vera tey Livandi deyð Har er líðing og neyð Tað er sum mannaættin vill og frumkend er Ampin sum er í mær Er har í tær Eg kenni máttloysi Taka búgv í míni sál Og dapra vónloysi Er um at vinna tá Tú sigur Slappa av Hvat er galið her hjá tær Tú sigur slappa av Vit hava tað jú gott Og teirra neyð Er onki tú kanst gera við Tú skalt passa teg