Hoyrir tú meg nú Kalla á teg Her eru portur Tú ert beint har Men hoyrir meg ei Hoyrir meg ei Ein longsul er í mær Stavar frá fornari tíð Tað er ein flótandi kensla Sum skiftir skap allatíð Hann tølir og dømir Er opin og hvørvin í senn Hann er ein loyndarfull gáta Sum eg ikki rúmi heilt enn Ferðist við tær nú Alskyns myndir Birtast í okkum Tú ert beint har Eg síggi teg ei Ein longsul er í mær Stavar frá fornari tíð Hann letur seg ikki skilja Tí hann birtist støðugt av ný Hann tølir og dømir Er opin og hvørvin í senn Hann er loyndarfull gáta Sum eg ikki rúmi heilt enn Og tú kanst bara fyrigeva Fyrigeva mær Og tú kanst bara fyrigeva Fyrigeva mær