Fari upp og skund i mær Út í ein annan dag Har ið alt er júst sum tað var í gjár Gangi skjótt í regninum Undir myrkagráu skýggjunum Meðan bilar trokast á vegunum Og tá djórið øsist í mær Gríslar tenn Knýtir nevar til teir hvítna So eg ræðist sjálvan meg Tá ið vónbrotið bylgist í mær Hópast upp Til eg verði frá mær sjálvum Av mær sjálvum Tá kenni eg meg sum eg eri Í eini falnari dómadagsverð Og eg lati alt tað støkka av mær Sum eg haldi kann særa meg Og eg taki hvørt bil sum tað kemur Eg eygleiði alt sum er Og tað tykist sum okkurt tá nemur Einum samljóði ið brátt er Í mær So nær Havi lært at temja meg Og tá eg síggi teg Havi eg júst sett mína sál í veð Ikki nógv at lata fyri at fáa grið Tá ið tú klovin ert glataður Uttan nakran frið Men tá djórið øsist í mær Gríslar tenn Knýtir nevar til teir hvítna So eg ræðist sjálvan meg Tá ið klárskygni vekist í mær Sigur nokk Og eg verði frá mær sjálvum Av mær sjálvum Tá kenni eg meg sum eg eri Í eini falnari dómadagsverð Og eg lati alt tað støkka av mær Sum eg haldi kann særa meg Og eg taki hvørt bil sum tað kemur Eg eygleiði alt sum er Og tað tykist sum okkurt tá nemur Einum samljóði, ið brátt er Í mær So nær