Okkurt flutti meg yvirum ánna Setti fótin trygt á nýggja strond Hoyrdi hvussu flóðin fór at vaksa Losnaðu øll hugans vanabond Fingurin, sum peikar upp á mánan Vísir bara hvar eg hyggja skal Eg má sjálvur læra meg at síggja Um mítt foldarlív skal eydnast væl Falli til jarðar, røkki ei upp Enn eingin sigur komin at vera Glottar av lívi geva mær vón At eg skal fáa sannari sjón Men alt í einum ert tú bert eitt útskot Øll tilveran ein fløkja er Tað er sum hjartað stendur til at bresta Tú sært hin frælsa fuglin flúgva Sært at alt so vakurt er Men tú ert uttanfyri, røkkur ikki Inn har, ið friður er Falli til jarðar, røkki ei upp Enn eingin sigur komin at vera Glottar av lívi geva mær vón At eg skal fáa sannari sjón Eg falli til jarðar, røkki ei upp Enn eingin sigur komin at vera Glottar av lívi geva mær vón At eg skal fáa sannari sjón Eg falli til jarðar