Leiti mær inn í ein heim Har ið øll halda tað sama Finni har øll míni svar Har er bara svart og hvítt Har kann eg kenna meg tryggan Gloyma mín iva Ekkokamarið - er nú mín verð Kenni bara tey, sum eru inni her Vit hava funnið svarini ið greiða alt sum er Hava sæð ljósið - vildi at øll sóu tað Laði mær ein høgan múr Byrgi meg inni frá øllum Einki kann skala meg har Handan múrin búgvi eg Har havi eg mína holu Fylli í hvørja rivu Verður skræddur sundur Í óteljandi bitar Eg svinni í einki og missi meg burtur Er nakað eftir av mær? Ein villiniborg er mítt innasta hjarta Bara blindar gøtur har Finni ongan útveg Ekkokamarið - vísir mær veg Kenni bara tey, sum eru júst sum eg Vit hava funnið, tað sum fer at gera alt so gott Hava sæð ljósið - vildi at øll sóu tað