"Ein dropi er einki Uttan trúnna á havið" Letur í ánni, sum veksur í vavi "Havið er einki Uttan trúnna uppá dropan" Teskar dýpið, sum rísur úr kavi Vit bresta til jarðar Og støkka til himmals Tað fløðir og fjarðar Druknaður við sjóvarmála Í endaleysum sjónarmála Ein strála við brúnna Endurvinnur trúnna Vit bresta til jarðar Og støkka til himmals Tað fløðir og fjarðar Tráanin eftir svarum Seyrar í hyljar, rennur í vøtn Samlast í kørum Har vit vilja baða sum børn Tráanin eftir svarum Seyrar í hyljar, rennur í vøtn Samlast í kørum Har vit vilja baða sum børn Vit bresta til jarðar Og støkka til himmals Tað fløðir og fjarðar Vit bresta til jarðar Og støkka til himmals Tað fløðir og fjarðar Minni og minni